Føroysk mentan á danskari mentanarnátt

Føroyahúsið verður aftur í ár karmur um eitt føroyskt mentanarkvøld, nú mentanarnátt verður í Keypmannahavn fríggjakvøldið. Tónleikur, kórsangur, matur, myndlist, klædnasnið, mótaframsýning, arkitektur og føroyskur dansur er nakað av tí, tey vitjandi í Føroyahúsinum fríggjakvøldið sleppa at uppliva.

 

Mentanarkvøldið í Føroyahúsinum byrjar klokkan seks og endar á midnátt. Tónleikinum standa Fróði & The Pink Slips, Margreta á Rógvu Jóhannusardóttir, Yggdrasil, Mike Antony, roWan, Lea Kampmann og Húsakórið fyri. Elsa Bech og Soul Made sína fram klæðir og Arkitektastovan á Lofti sínir fram, nakað av tí, tey takast við.

Tað vera eisini Elsa Bech og Soul Made, saman við Hansen & Company, sum fara at standa fyri mótashowinum.

 

Myndlistini stendur Anker Eli Petersen fyri við sínari fernisering. Haraftrat verður høvi at hoyra fleiri samrøður, tí Sissal Kampmann fer at práta við Anker Eli Petersen, Chanette á Lofti, Elsu Bech, Beintu Poulsen og Marina Hentze .

 

Ólavur Eysturdal og Róald Johannesen fara at greiða frá føroyska dansinum, og farið verður eisini upp á gólv saman við Fótatraðk.

 

Men tað eru ikki bara eygu og oyru, ið fáa sítt, tí í Føroyahúsinum verður eisini ein sokallað Rabarbubarr við tí, sum har til hoyrir, umframt at tað eisini verður borðreitt við ymsum slagi av mati.

 

Tað er Gert Róða, sum hevur samskipað mentanarkvøldið í Føroyahúsinum, og ein nærri skrá yvir tiltakið, er at síggja á heimasíðuni hjá Føroyahúsinum, faroehouse.dk.