Havnarmaðurin Tummas Pauli Juul og unnusta hansara Gunrid Hansen og teirra børn eru saman við systir Tummas Paula og familju hennara stødd mitt í rokinum í Nice í Suður-Fraklandi, har yvirgangsálop bleiv framt í kvøld. Ein lastbilur koyrdi mitt inn í eina mannamúgvu og síðani fóru førarin út og skeyt fleiri fólk, og tilsamans hava fleiri enn 70 fólk latið lív. Fyri løtu síðani fingu vit fatur á Tummas Paula, tá ið hann og familjan vóru komin aftur í íbúðina, sum tey hava leigað sær í Nice.
– Vit vóru mitt í rokinum. Vit høvdu verið og hugt eftir øllum fýrverkinum í sambandi við Bastille-dagin, og vit stóðu akkurát og umhugsaðu, hvat vit skuldu gera. Tá sóu vit knappliga fólk koma rennandi, og tá vit sóu ræðsluna í eygunum á fólki, vistu vit, at her var okkurt ógvuliga álvarsamt á vási. Vit sóu ongantíð sjálvan lastbilin sjálvi, men tað var hent beint har, sum vit júst høvdu gingið, greiðir Tummas Pauli Juul frá í telefonini úr Nice.
Hann sigur, at fólk runnu í allar ættir, og tað fyrsta, sum eg hugsaði, var bara at samla øll míni, og so fóru vit at renna niðaneftir. Hetta hendi alt í gamla býarpartinum her í Nice, og her er so ótrúliga trongt allastaðnis við smølum gøtum. Tá vit vóru komin eitt lítið petti, bjóðaði ein eldri maður okkum inn á eitt gamalt vertshús at søkja skjól eina løtu. Men eina løtu seinni fóru vit so víðari og gingu heim til íbúðina, greiðir Tummas Pauli frá.
Hann sigur, at hendingin hevur veruliga skelkað tey øll, og serliga børnini, og tað var ikki fyrr enn tey vóru komin heim í íbúðina, at tey kendu seg nøkunlunda tryggan aftur.
– Tað var ein øgiligur lætti at koma inn í íbúðina og stongja hurðina eftir sær. Hetta er uttan samanbering tað mest óbehagiliga, ið eg nakrantíð havi upplivað, sigur Tummas Pauli Juul.
Síðani tey eru komin aftur í íbúðina, hava tey skundað sær at boða sínum nærmastu heima í Føroyum frá, at tað veit væl við hjá teimum, og nú vita øll har heima, at tey hava tað gott.
– Nú bíða vit bara til í morgin, tí tá skulu vit víðari til Korsika, og tað verður øgiliga gott at sleppa burtur hagani. Men í løtuni er býurin fullkomiliga læstur niður, so fáa vit at síggja, hvussu skilið er í morgin, sigur Tummas Pauli Juul úr Nice, har hann saman við familjuni hevur verið beint við allar ræðuleikarnar í sambandi við yvirgangsálopið í kenda suðurfranska býnum í kvøld.