Føroyskir filmar á altjóða filmsfestival

Fragmented Unison hjá Marmar og The Collar Red hjá Marionnu Mørkøre eru innstillaðir til virðislønir í ávikavist Ungar og USA

Super8-filmurin ?Fragmented Unison? hjá MARMAR (Marianna Mørkøre & Maria Arnell), sum bleiv tikin upp í samband við fotomyndarøðina ?Fragmented Unison?, er nú innstillaður til besta eksperimentella stuttfilm á ?Budapest International Short Film Festival?. Festivalurin verður hildin 3.-7.september og er ein av teimum stóru stuttfilmsfestivalunum í Evropa. Í ár vóru 620 filmar latnir inn til festivalin, har Fragmented Unison er millum teir 90 útvaldu filmarnar. 7 filmar eru innstillaðir til Best Experimental.

 

Harumframt er stuttfilmurin ?The Collar Red? hjá Mariannu Mørkøre innstillaður til besta eksperimentella stuttfilm á ?International Festival of Cinema and Technology? í USA. IFCT er ein ferðandi filmsfestivalur, sum hevur sýningar innan tær ymisku filmslistagreinirnar alt árið ymsastaðni í heiminum. Herfyri bleiv ?The Collar Red? vístur á einum Dance-on-Screen tiltaki á Filipsoyggjununum.