Føroyski tónleikurin var góður, grillaðu donsku pylsurnar frálíkar, og føroyska veðrið av tí allarbesta, tá Free Føroyar legði hald á Sandagerði leygarkvøldið.
Fyrireikararnir høvdu helst væntað fleiri fólk, men tað tyktist sum at Vestanstevnan og kanska ein mótvilji ímóti at gjalda fyri at koma við til eitt politiskt tiltak gjørdi, at áhoyrararnir ikki gjørdust so øgiliga nógvir í tali.
Unga Tjóðveldið, sum stóð aftan fyri tiltakið, gjørdi eitt gott arbeiði. Free Føroyar var væl fyriskipað frá byrjan til enda og næsta morgunin, eftir uppruddingina, sást ikki á Sandagerði, at tað hevði lagt sand til bæði konsert og midnáttarbál.
Sandagerði er ein perla til uttandura konserttiltøk, og tað er gleðiligt at ein felagsskapur sum Unga Tjóðveldið tekur stig til eina slíka konsert. Nakrir av frægastu tónleikarunum í landinum vóru á pallinum og góvu stundum áhoyrarunum rættiligt oyrakrás við nýggjum útsetingum av egnum kendum løgum.
Tí var tað nokkso synd, at ikki fleiri fólk nyttu høvið at sita á sandinum hetta veðurgóða leygarkvøldið.
Styggir fólk
Men hinvegin er tað væl skiljandi at onkur hevur aftrað seg við at fara til tiltakið. Tí tað var, sum Unga Tjóðveldið eisini hevði fráboðað frammunandan, annað og meir enn ein vanlig konsert. Og eitt er at hoyra nøkur orð um hvussu góðar Føroyar eru og hvussu lætt tað er at standa á egnum beinum, hvussu danir útnytta okkara kæra føðiland og so framvegis. Men tað hevur víst seg, at fyri hvørt tiltak, sum Tjóðveldisflokkurin skipar fyri gerst politiska agitatiónin og propagandain, sum at kalla hoyrir politiskum tiltøkum til, meira og meira til rabiat orðaskvaldur, sum sjálvsagt hevur heilt fitt av undirhaldsvirði, men sum fornermar tær smáu gráu, sum sita á ovastu hædd í mannakroppinum.
Slíkt styggir fólk burtur og tað var neyvan endamálið við Free Føroyum.
Ístaðin fyri at lata tiltakið koyra sum eina vanliga konsert og so geva áhoyrarunum nakrar bitar av lætt svølgiligum fullveldisargumentum og eitt glas av konsentreraðari propaganda, bleiv tað, sum á Free Føroyar plakatunum bleiv lýst sum agitatión og propaganda, til útspilling og niðurgering av dønum og annars øllum, sum ikki eru fult samd við teimum mest víðgongdu tjóðveldisfólkunum. Onkur føroyskur andstøðuleiðari bleiv skýrdur landasvíkjari og so var tónalagið lagt.
Er tað smart
Unga Tjóðveldið skal ikki lastast fyri, at boðskapurin, sum varð rópaður út ígjøgnum hátalararnar á Free Føroyum, var sum hann var. Tað hava tey í Unga Tjóðveldinum fullan rætt til, tað var teirra tiltak, og tí kann eingin kann fara afturum og siga, at tiltakið var ov politiskt heft. Og fáa fólk ilt í dintilin av agitatiónsháttinum hjá Unga Tjóðveldinum, so kunnu tey bara halda seg burtur. Og tað gjørdu nógv eftir øllum at døma eisini.
Men tað hevði uttan iva tænt Unga Tjóðveldinum betur um tey stungu fingurin í jørðina, vendu aftur til rótina undir ynskinum um fullveldi og gearaðu eitt sindur niður. Tí um endamálið við Free Føroyum er at vinna hjørtuni á fólki, so nyttar einki at apa eftir vekingarmøtunum hjá víðgongdum religiøsum felagsskapum.
Tí fullveldi er væl politikkur og ikki religión. Ella er tað veruliga øvugt.