Nýggj tøl vísa, at fólkaskúlalærarar í Danmark brúka meiri av síni arbeiðstíð til undirvísing samanborið við áður. Ein samanbering vísir, at føroyskir lærarar undirvísa væl meiri enn donsku starvsfelagarnir
Danski kenslumálaráðharrin Christine Antorini fegnast í hesum døgum um, at fólkaskúlalærarar í Danmark brúka meiri av síni arbeiðstíð til at undirvísa.
Nýggj tøl fyri farna skúlaárið, sum Ministeriet for Børn og Undervisning hevur útvegað, vísa, hvussu nógv av allari arbeiðstíðini hjá lærarum fer til undirvísing. Danskir fólkaskúlalærarar arbeiða sambært tveimum ymiskum arbeiðstíðaravtalum, og tað er upp til ta einstøku kommununa í samráðingum við lokalu deildina av Lærarafelagnum at gera av, hvør avtala er galdandi.
Fyri kommunur, sum ganga eftir 2005-avtaluni, er miðalundirvísingarparturin á 36,5 prosent, og fyri kommunur, sum arbeiða eftir 2008-avtaluni, er miðalundirvísingarparturin 33,8 prosent. Hetta miðaltalið sigur frá stórum munum millum kommunurnar.
Í Føroyum liggur miðal undirvísingartímatalið hjá lærara um 26 tímar um vikuna. Hetta svarar til ein miðalundirvísingarpart uppá 43%, skrivar heimasíðan hjá Lærarafelagnum.
Tá verður ikki hugsað um t.d. bóka- og telduvørðar og aðrar lærarar sum hava niðurskurð í undirvísingartíð, orsakað av øðrum uppgávum.
- Verða hesi tikin við, fellur miðalundirvísingarparturin sjálvandi og tí veldst um hvørja mynd tú vil vísa. Samanumtikið undirvísa lærarar í Føroyum ikki minni, heldur meira, enn lærarar í grannalondunum.