Føroyskir skúlar skulu undirvísa í kinesiskum

UNDIRVÍSING Miðnámsskúlar í Føroyum skulu nú eisini bjóða næmingunum undirvísing í kinesiskum, sigur løgtingsmaður

Undirvísing í kinesiskum eigur at verða eitt fak á føroyskum miðnámsskúlum.
Tað heldur Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkinum.
Nú hevur hann lagt uppskot fyri Løgtingið um at bjóða kinesiskt sum valfak í miðnámsskúlunum.
Løgtingsmaðurin vísir á, at kinesiski búskapurin er í eini øgiliari menning
- Í løtuni er hevur Kina næststørsta búskapin í heiminum, men metingar vísa, at longu í 2016 er hann heimsins størsti.
- At Kina soleiðis er við at gerast búskaparliga lokomotivið í heiminum merkist longu sum er. Kinesiski kappingarførleikin hevur ovurhondsstóra ávirkan á framleidnið í vesturheiminum, sum í dag á vaksandi økjum er dragnað í ovurmát, staðfestir Bjarni Djurholm.
Hann sigur eisini, at nú ásanna tey flestu, at í framtíðini verður fjareystur heimsins búskaparligi kraftmiðdepil og at Kina verður tað stóra íløgu- og framleiðslustórveldi.
- Útvið 1,4 milliard fólk búgva í Kina og tað er næstan fimtingurin av øllum íbúgvum heimsins.

Neyðugt at duga
Njarni Djurholm sigur, at henda gongdin hevur eisini við sær, at tað verður neyðugt hjá okkum í vesturheiminum at ogna okkum innlit og vitan um kinesiska málið og mentan, skulu vit til fulnar kunna gagnnýta teir møguleikar og klara avbjóðingarnar sum verða orsakaðar av broyttu búskaparjavnvágini.
- Hetta hevur longu fingið eitt veksandi tal av miðnámsskúlum í grannalondunum at bjóða kinesiskt sum valfak.
Harumframt verður undirvíst í kinesiskari mentan og samfelagslæru.
- Skulu Føroyar sum tjóð vera virkin í alheimsgerðini, eiga vit at læra av samtíðar gongdini og á besta hátt búgva okkum til komandi avbjóðingar og møguleikar, sigur Bjarni Djurholm.
- Hetta er ikki minst galdandi á skúlaøkinum, har kinesiskt eigur at vera ein av vallærugreinunum í miðnámsskúlunum framyvir, leggur hann afturat.