Tað Filmar er heitið á felagnum, sum nú hevur í alt níggju skemtifilmar á YouTube.
Tað eru fýra ungir klaksvíkingar, sum standa handan framleiðsluna hjá Tað Filmar. Teir eru Klæmint Klakk, Sasho Bjartsson, Mikkjal Olsen og Sølvi Fossdalsá.
Í løtuni eru dreingirnir í gongd við at gera eitt videolag til vælumtókta sangin hjá Grandmas Basement Gay.
Filmurin Tað 9 er júst lagdur á YouTube, og tað tók dreingjunum fýra dagar at framleiða filmin.
-Fyrstu dagarnar brúktu vit uppá at innspæla sangin og gera upptøkurnar,
tann síðsta dagin brúktu vit at klippa og samanseta filmin, sum kom at eita Tað 9, greiða klaksvíkingarnir frá.
Best umtókti filmurin hjá dreingjunum er Tað 4, sum hevur íalt 22.000 views á YouTube.
-Vit hava í alt yvir 100.000 views, og tað eru vit sera fegnir um, siga dreingirnir.
Leinkjan til teirra YouTube síðu er hendan:
www.youtube.com/user/TadFilmar