Føroyskt fjarskifti ov dýrt

Tað er bíligt at ringja úr Føroyum til onnur lond. Internet og GSM eru so avgjørt í dýrara endanum. Kappingin á fjarskiftisøkinum hevur ruddað slóð fyri lægri prísum, men enn væntar eitt sindur, vísa tøl, ið Fjarskiftis hevur sett saman í sambandi við KT-vinnupolitikkin

 

Fjarskifti

Við sær í tingið í dag hevur Bjarni Djurholm eisini eina støðumynd, sum Fjarskiftiseftirlitið hevur gjørt. Hetta er ein støðumynd, sum er gjørd til at stuðla undir í sambandi við orðaskifti um ein KT-vinnupolitikk.

Talan er um hagtøl, sum hyggja nærri at støðuni á føroyska fjarskiftisøkinum, men eisini samanbera við onnur lond. Sum vera man, so verður tað borið saman við ríkisfelagarnar úr Danmørkini. Eisini verða bæði Norra, Grønland og Íslandi tikin við upp á ráð í fjarskiftisspurninginum. Hini bæði londini, samanborið verður við, eru Luksemburg og Ísrael. Fyri einari tíð síðani var eitt fjøltáttað ferðalág úr føroysku umsitingini í Ísrael og hugdi nærri at, hvussu heilaga fólkið skipa seg innan KT-vinnu.

Eins og altíð, skulu hagtølini takast við einum ávísum fyrivarni, tá ið tað ikki hevur verið møguligt at samanborið javnt á øllum økjum. Eitt nú eru hagtølini savnaði til bæði 1. oktober og 24. oktober, og hetta kann gera eina eitt sindur skeiva mynd, men fjarskiftismyndugleikararnir meta, at hetta kann nýtast sum eina yvirlits- og støðumynd.


Bíligt og dýrt

Tað eru 25.454 fastnetfelagar í Føroyum, ella rættari sagt: hin 24. oktober 2001 vóru tað 25.454 felagar í Føroyum. Av hesum eigur Føroya Tele hin nógv størsta partin. 23.324 felagar í Føroyum kundu kalla seg Føroya Tele kundar hin 24. oktober 2001. Hetta er 91,6%. Hini 8,4% ella 2.130 felagar kunnu kalla seg Kall-kundar.

Tað sum kanska er enn meira áhugavaert er, at 21. 358 GSM-felagar vóru 1. oktober í Føroyum. Afturat teimum vóru eisini 2.363 NMT-felagar í Føroyum, soleiðis at tað tilsamans vóru 23.721 felagar, sum kundu kalla seg annað enn fastnet felagar. Hesir 23.721 fáa allir sína rokning sendandi frá Føroya Tele einaferð um mánaðin, tá ið Føroya Tele er einasti veitarin á økinum.

Samanlagt vóru tað 8.445 Internet-felagar í Føroyum. 251 hava fast samband, og 8.194 hava uppringt samband. Av hesum eigur 7.478 felagar hjá Føroya Tele á uppringda partinum av marknaðinum, og teir eiga eisini 43,8% ella 110 felagar á føstum sambandi. Tvær minni fyritøkur, Teletech og Kappin, eiga góð 40% av marknaðinum á føstum sambondum. 15,9% av hesum, sum hava fast samband, hoyra til Tykissamfelagið í Svínoy og Fugloy ? sig so tað. Hesi tøl kunnu tykjast løgin, tá ið Kall lýsir við, at hvør felagi hjá teimum eisini er Internet felagi.

Tað er áhugavert, at felagar við føstum sambandi hava hug at fara frá Føroya Tele, hóast hesir samanlagt ikki eru so nógvir. Enn hevur hetta við føstum sambandi til privatfólk kanska ikki vundið so nógv upp á seg. Kanningin vísir eisini, at eitt ADSL (fast tráborið Internet samband) er dýrast í Føroyum enn í mun til hini fimm londini, ið tað verður samanborið við.

Felags fyri felagar í Føroyum er, at hesir kunnu gleða seg yvir at ringja rímiliga bíliga til útlond. Innanlands er prísurin tó, samborið við onnur lond, ikki nakað at reypa av.

Seinastu tvey árini er ein sannførandi stór lækking farin fram á fastnetsamrøðum, og hetta skyldast mestir eisini kappingini m.a.

Ì Føroyum er støðan tann, at felagar hjá Kalli kunnu reypa fyri grannunum, sum hava Føroya Tele sum veitara, at tey skulu gjalda munandi minni í Internet rokning, tá ið Kall er bíligari enn Føroya Tele á Internetøkinum.

Men tá ið Kall kundin ringir bíliga til systkinabarnið í Ísrel, so fær pípan eitt annað ljóð, tá ið ísraelsfólk hava tann møguleika at vera online fyri hálvatriðju fer kostnaðin hjá føroyingum.


Hini

Samanborið við hini londini, so verður tað hildið, at Føroyar eru væl fyri á uttanlandssamrøðum. Innanlandssamrøður, Internet og ikki at snakka um GSM er ikki eitt økið, har føroyingar eru væl fyri í mun til hini londini. Hinvegin so er støðan munandi verri í Grønlandi.

Tað smáu londini, Luksemburg og Ísland, standa seg rættiliga væl í kappingini um prísir. Eitt nú er ein 3 min samrøða 117% dýrari í Føroyum enn í Íslandi.



Fyri tingið

KT-vinnupolitikkurin kemur fyri tingið í dag. Hetta líkist fyri so vítt rættiliga nógv tí, sum Bjarni Djurholm og hansara menn løgdu fram á ferðavinnuøkinum. Aðalendamálið við hesum nýggja politikkinum er at skapa eina sjálvberandi KT-vinnu. Ætlanin er, at landið skal ganga undan í at nýta KT og menna hesa somu vinnu.

Tað verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer, tá ið aðalorðaskifti stendur á skránni í tinginum í dag.