Føroyskt teknmál skal mennast og styrkjast

Málráðið skal nú eisini fáa ábyrgdina av at menna og røkja deyvamál í Føroyum

Nú er tíðin komin, at føroyskt teknmál verður viðurkent í føroyskari lóggávu.

 

Tað halda 15 tinglimir, sum hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at menna deyvamál í Føroyum

 

Tey vísa á, at øll Norðanlond, uttan Føroyar, hava góðkent teknmál sum móðurmál hjá deyvum og nú er stundin komin til at tað verður gjørt í Føroyum eisini


Í Føroyum eru tað eini 20 - 25 fólk, sum brúka teknmál regluliga umframt teirra avvarðandi og tey, sum arbeiða við tí.

 

– At viðurkenna føroyskt teknmál er ein liður í at betra atgongdina hjá deyvum og hoyrveikum til samfelagið sum heild, siga teir 15 løgtingslimirnir.

 

Tí halda tey eisini, at virkisøkið hjá Málráðnum verður víðkað til eisini at varða av teknmáli og til at savna orð, orðasambond, orðanýtslu, at svara spurningum frá myndugleikum og almenninginum, at skriva um málið og gera vegleiðingar.

 

Tey vísa á, at hetta er eisini í samsvari við Breksáttamálan, sum føroyskir myndugleikar hava skrivað undir, og sostatt hava bundið seg til at fylgja.

 

Teir 15 løgtingslimirnir, ið hava lagt uppskotið fram, eru, Hanna Jensen og Ruth Vang úr Framsókn, Kristianna Winther Poulsen, Djóni Nolsøe Joensen, Joensen, Jónleif Johannesen, Bjarni Hammer, Helena Dam á Neystabø og Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum, Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri, Bill Justinussen úr Miðflokkinum, Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum, Katrin Kallsberg, Óluva Klettskarð og Ingolf S. Olsen úr Tjóðveldi og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatinglimur.