Ríkisfundur
Leynar:
-Vit vilja arbeiða fyri, at bæði Føroyar og Grønland fáa eina støðu í Norðurlandaráðnum, sum í praksis vil merkja at londini fara at virka sum sjálvstøðugir limir. Danmark hevur í løtuni formansskapin í Norðurlandaráðnum, og vit fara at taka hetta mál upp við hini limalondini.
Undir ríkisfundinum í Leynum kom undan kavi, at Danmark hevur broytt kós í spurninginum um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum. Hóast eitt einmælt løgting hevur atkvøtt fyri, at Føroyar gerast sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum, so hava danir verið trekir tat stuðla føroyska ynskinum.
Hóast danir framvegis ikki vilja ganga føroyska ynskinum fult á møti, so eru teir kortini meira positivt sinnaðir enn nakrantíð.
-Norðurlandaráðiði loyvir bert sjálvstøðugum limalondum, og tí fara vit at virka fyri, at Føroyar og Grønland gjøgnum eina protokol, sum verður løgd afturat høvuðssáttmálunum í Norðurlandaráðnum, fáa eina støðu, sum í praksins merkir sjálvstøðugan limaskap bæði í tinginum og ráðharraráðnum. Vit ætla at fáa eina skjóta avgreiðslu av málinum, sigur Anders Fogh Rasmussen.
Løgmaður segði vera positivan um ætlanirnar hjá forsætisráðharranum. Hann tók kortini ta fyrilit, at hann vildi tosa nærri við restina av samgonguni, áðrenn hann endaliga tók støðu til málið.