Dánjal á Neystabø spælir við bólki sínum í Assens á Fyn um vikuskiftið, og heimasíðan hjá Fyns Stiftistidende hevur eina lokkandi lýsing av konsertini. Tónlistarligur nærleiki og ørskapur eru nøkur av lyklaorðunum, Dánjal á Neystabø fær heft á seg.
- Kalla tað hvat tú vilt, men mest av øllum er Dánjal er framúrskarandi live-uppliving, skrivar fyens.dk, sum eisini vísir til frálíka fløguumælið, The Palace fekk í Politiken.
Tað verður í Tobaksgaarden í Assens á Fyn, at Dánjal við bólki fer á pall klokkan níggju leygarkvøldið.