Føroyskur ítróttur hevur nú fingið eina stórfingna gávu til minnis um føroysku luttøkuna á Paralympisku leikunum í London í summar.
Tað er eitt av krúnubløðunum í olympiska eldinum, sum ímyndaði eina blómu við 164 hondgjørum krúnubløðum úr messingi, eitt blað fyri hvørt land, sum var við.
Tá ið leikirnar vóru av, vildi arkitekturin og sniðgevarin,Thomas Heatherwick, at hvørt land, sum var við í leikunum, skuldi fáa hvør sítt krúnublað sum ein tjóðskaparligan minnislut um luttøkuna í teimum Paralympisku leikunum, ið er næst størsta kappingin í heiminum.
Í krúnublaðnum stendur skrivað: London 2012 Paralympic Games Faroe Islands.
Krúnublaðið stendur nú Mentamálaráðnum, har tað varð avdúkað í gjár. Tað stendur á sjónligum staði í Mentamálaáðnum, so tað er frítt hjá øllum at síggja.
Samstundis hevur landsstýrismaðurin í mentamálarálum játtað at vera verji hjá ÍSB, siga Katrin Dagbjartsdóttir og Egga Jensen í ÍSB.
Tey siga, at nú hyggja vit fram móti leikunum í Rio de Janeiro í 2016 og tað eru fýra ítróttafólk, ið hava sett sær fyri vera við í svimjing, frælsum og í Boccia.
Føroyar hevur verið við á 8 Paralympiskum leikum, síðani 1984. 13 fólk hava verið við og fýra teirra hava vunnið samanlagt 13 heiðursmerki, øll í svimjing.
Myndin er av Bjørn Kalsø, landsstýrismanni Ragnvaldi Jensen av Sandi, sum umboðaði Føroyar í paralympisku leikunum og Egga Jensen, formanni í ÍSB við krúnublaðið, har tað stendur í Mentamálaráðnum.