Føroyskur ungdómur er strongdur

Ein av orsøkunum til strongd og tyngd hjá hjá føroyskum ungdómi er fíggjarstøða og bústaðarstøðan hjá teimum ungu

Kanning, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt, vísir, at ung halda seg hava verri sálarheilsu enn eldri, og ung í Føroyum hava verri sálarheilsu enn ung í hinum Norðurlondunum. 

– Hetta er eitt globalt fenomen, sum vit eisini síggja aftur í Føroyum, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum í Degi og Viku í kvøld.

Ein av orsøkunum til strongd og tyngd hjá hjá føroyskum ungdómi er fíggjarstøða og bústaðarstøðan hjá teimum ungu. 

– Tað spælir inn, um ein hevur trupulleikar av fíggjarviðurskiftunum - sum tey ungu hava í størri mun enn tey eldri - umframt bústaðartrupulleikar, sigur hann. 

– Vit síggja eisini, at samanhangur er millum ringa sálarheilsu og ringar rørslu- og kostvanar, at roykja, stóra heilivágsnýtslu og ringan svøvn. Hevur tú tað ringt sálarliga hongur tað saman við nógvum av hinum faktorunum, sum vit seta í samband við at hava góða heilsustøðu, sigur hann. 

– Vit kunnu staðfesta, at vit hava ein breiðan fólkaheilsutrupulleika, sigur Magni Mohr eisini.