Fótbóltsviðmerkjarar: Eitt risastórt vónbrot (FM1)

(FM1) Hoyr Agnar Prestá, Petur Asbjørn Lervig og Trónd Arge taka samanum vónbrotið á Malta

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr trý brot frá FM1, har tikið var samanum EM-undankappingardystin ímóti Malta, ið Føroyar taptu 1-2. Mett í mun til mótstøðuliðið er helst talan um ringasta landsliðstapið í hesari øldini.

 

Vit hoyra á ljóðfíluni:

 

1) Agnar Prestá, ítróttarskrivara hjá Portalinum.

2) Tróndur Arge, frásøgumann hjá FM, og ítróttarskrivara hjá Miðlahúsinum.

3) Petur Asbjørn Lervig, frásøgumann hjá FM1.

 

 

Felag fyri Agnar Prestá, Trónd Arge og Petur Asbjørn Lervig er, at teir staðfesta eitt risastórt vónbrot ímóti einum liði sum føroyska liðið avgjørt kundi fingið stig ímóti ella vunnið á. Petur Asbjørn Lervig sigur seg hava eina ógvuliga tóma kenslu aftaná dystin. Agnar Prestá slær fast, at slaka avrikið leggur trýst á føroyska liðið at reisa seg og avrika munandi betri ímóti Rumenia týskvøldið klokkan 19.45.