Jákup Mørk
Tá Sosialurin fyri einum ári síðani gav út serblaðið, Fótbóltur ?99, var hetta fyrstu ferð, at slíkt blað varð givið út her á landi.
Væleydnað roynd
Royndin eydnaðist tó væl, og lesararnir tóku sera væl ímóti teimum 48 síðunum, sum talan var um.
Somikið góð var undirtøkan, at fleiri lesarar síðani hava spurt seg fyri, um ætlanin var at geva eitt nýtt blað út, nú fótbóltslandskappingin 2000 er um at byrja.
Afturvendandi
Sosialurin hevur tí gjørt av, at geva út serblaðið, Fótbóltur 2000. Í mun til undanfarna ár, er blaðið vaksið úr 48 upp í 56 litsíður, har hvørt av teimum tíggju fyrstudeildarliðunum fær sín fitta part av umrøðu, eins og tað eisini verður nortið við A-landsliðið, fótbóltsútisetarnir og annað.
Blaðið verður prentað í 5.000 eintøkum, og verður hetta arbeiði gjørt hjá Dansk Avistryk, sum heldur til í Glostrup.
Prentað varð mikumorgunin, og Sosialurin var eisini til staðar, tá hetta varð gjørt. Ikki tí, talan var ikki um nakra serliga langa løu, tí prentimaskinan megnaði at prenta 40.000 eintøk um tíman, so fótbóltsblað okkara var skjótt liðugt prentað.
Eftir at blaðið varð prentað, varð tað sent beina leið til hefting, og síðani verður tað sent til Føroya, har Sosialurin síðani sendir tað víðari til allar blaðsølur í landinum.
Fótbóltur 2000 er at fáa kring landið mikudagin 19. apríl, og kostar blaðið 40 kr.