Í morgin verða tríggir dystir í 23. umfari í Betri deildini hjá monnum. Spælt verður klokkan 12.30, 13.00 og 13.15, tí landsliðsspælararnir skulu til Danmarkar seinni á degnum.
Tað verður lagt fyri á Tórsvølli, har HB fær vitjan av botnliðnum Skála, sum tó hevur bitið frá sær seinastu dystirnar. Klokkan 13.00 verður spælt á Argjum, har AB fær vitjan av NSÍ, sum nú er uttan Glenn Ståhl sum venjara. Tað verður Poul Helgi Jacobsen, sum saman við hjálparvenjaranum Jens Martini Knudsen, kemur at standa á odda fyri liðnum.
Klokkan 13.15 verður bríkslað í gongd við Margáir, har EB/Streymur spælir móti B36. Ein dystur var í dag. TB og ÍF spældu 1-1 javnleik í Trongisvági. Dysturin millum Víking og KÍ er útsettur til 28. oktobur.
In.fo hevur beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum í samstarvi við Dystir.fo. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá HB-Skála og AB-NSÍ. Fyægt verður eisini við gongdini við Margáir. Eftir dystirnar verður sum vanligt 3. Hálvleikur á FM1 við samrøðum og samanumtøkum.
Fakta 23. umfar:
Leygardagin 3. oktobur:
TB-ÍF 1-1
Sunnudagin 4. oktobur:
HB-Skála (12.30) Beinleiðis á FM1
AB-NSÍ (13.00) Beinleiðis á FM1
EB/Streymur-B36 (13.15)
Mikudagin 28. oktobur:
Víkingur-KÍ (Útsett vegna Europa League)