ÍF hevur sett seg á silvurplássið í meistaradeildini hjá kvinnum, eftir at tær vunnu móti Mjølni í Klaksvík sunnudagin. Hinvegin hevur Mjølnir ? sum tað einasta liðið í deildini ? framvegis síni fyrstu stig til góðar og er aftast.
Tað gekk annars javnt fyri seg, og neyðugt var við fimm settum til at finna ein vinnara. ÍF tók tvey tey fyrstu settini rímiliga lætt (25-15 og 25-16), men so tók Mjølnir sær um reiggj og vann tvey tey næstu ávikavist 25-18 og 25-23. Men ÍF endaði best og vann síðsta settið 15-10.
Hjá Mjølni gjørdi tað mun, tá royndir leikarar komu á vøllin sum dysturin leið. Fyrst tá Tove Riksfjord kom inn miðskeiðis í øðrum setti, og so tá Sólvá Eystberg kom á vøllin til triðja sett. Áðrenn tað hevði ÍF verið klárt tað betra liðið, og serliga varð spælt upp til Helen á Lakjuni, sum vann nógvar bóltar fyri ÍF. Men tað hevur eisini ment liðið, at Randi Larsen er komin aftur á hevaraplássið, og tað gekk sjón fyri søgn leygardagin.