FA Cup vinnarar flyta niður

Um vikuskiftið vann Wigan FA Cup við einum heldur óvæntaðum sigri á Manchester City í finaluni. Í kvøld taptu teir 4-1 fyri Arsenal og skulu komandi kappingarár spæla í næstbestu deildini í Onglandi.

 

Wigan hevur fyrr megnað at bjargað sær á ótrúligan hátt, tá tey flestu hava avskrivað teir. Hetta hendi millum annað í fjør. Men í ár stendur plássið í Premier League ikki til at bjarga. Hóast Wigan eina løtu var væl við, so taptu teir á útivølli móti Arsenal í kvøld.

 

Úrslitið ger, at Wigan hevur fýra stig upp til Sunderland, sum liggur á 17. plássi. Tá bara eitt umfar er eftir, so kann Wigan ikki fanga Paolo Di Canio og hansara menn aftur.

 

Lukas Podolski legði Arsenal á odda longu aftaná 11 minuttir, men beint fyri hálvleik javnaði Shaun Maloney fyri gestirnar úr Wigan. Løtuna eftir hevði Wigan onkran vandamiklan møguleika, men millum annað var dømt rangstøða, tá Wigan fekk bóltin í málið hjá Arsenal.

 

Arsenal hevði samanlagt fleiri møguleikar og miðskeiðis í seinna hálvleiki avgjørdi heimliðið dystin. Fyrst skoraði Theo Walcott, síðani økti Lukas Podolski, áðrenn Aaron Ramsey staðfesti sigurin tjúgu minuttir fyri tíð.

 

Fyri Arsenal merkir sigurin, at teir yvirhála Tottenham við einum stigi á fjórða plássi. Tað verður tað ikki avgjørt fyrr enn á seinasta leikdegi hvør av Arsenal og Tottenham kemur at spæla í Champions League komandi kappingarár, men nú kann Arsenal avgera tað sjálvt.

 

Manchester City staðfesti annað plássið við 2-0 sigri á Reading. Sergio Aguero og Eden Dzeko skoraðu málini.

 

Premier League:

Arsenal – Wigan 4-1

Reading – Manchester City 0-2