“Faðirin” at Trabant er deyður

Werner Lang, “faðirin” at eysturtýska kultbilinum, Trabant, er deyður, 91 ára gamal. Lang andaðist í Zwickau, sum er býurin í gamla Eysturtýsklandi, har Trabantarnir blivu framleiddir.

Lang, sum var yvirkonstruktørur fyri 601-seriuna, var so seint sum um vikuskiftið við til eitt Trabant-treff, men fekk seinni hjartatrupulleikar og doyði mánakvøldið, fortelur Mitteldeutscher Rundfund.

Trabant 601 var ætlaður sum eysturtýska aftursvarið upp á Volkswagen, og tey 30 árini, hesin bilurin var í framleiðslu, fóru tríggjar milliónir av honum eftir samlibondunum.