Gjáramorgunin beint fyri klokkan átta steðgaði løgreglan einum bili við Tofta skúla. Tað vísti seg, at maðurin, sum koyrdi bilin, var ávirkaður av rúsdrekka. Hann varð handtikin, blóðroynd tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur vaktleiðarin á politistøðini úr samdøgurfrágreiðingini hjá løgregluni fyri seinasta samdøgrið.
Um hálvgum níggjutíðina í gjár misti ein lastbilur ein stóran rút av lastini í Kollfjarðadali og koyrdi koyrdi víðari. Men onkur hevði sæð tilburðin og tikið myndir av bilinum. Tí var tað lagamanni hjá løgregluni at finna bilin og bilføraran, sum varð skuldsettur fyri at hava mist rútin av lastini. Revsingin fyri tað er treytað frádøming av koyrikortinum.
Eitt ferðsluóhapp í parkeringskjallaranum í SMS varð fráboðað í gjár um 13 tíðina. Ein bilur hevði koyrt á ein parkeraðan bil og rýmdur av staðnum. Men eisini her vóru árvakin fólk, sum høvdu tikið nummarplátuna á tí, sum rýmdir, og tí var aftur her lætt hjá løgregluna at finna viðkomandi. Hann varð tí skuldsettur bæði fyri óhappið og fyri at vera rýmdur frá einum ferðsluóhappi.










