Fleiri enn 1560 dronur eru sendar inn í Ukraina

Russisku álopini á Ukraina síðan á midnátt mikukvøldið hava elvt til stórar oyðileggingar á íbúðarbygningar, orkustøðir, havnarløg og sivila undirstøðukervið í landinum

Á myndini omanfyri leita ukrainsk bjargingarlið eftir fólki í einum íbúðarbygningi, sum er raktur í russisku loftálopum í nátt.

 

Sagt verður úr Ukraina, at høvuðsstaðurin Kyiv og býir í øðrum ukrainskum regiónum hava verið mál hjá russum.

 

- Síðan á midnátt mikukvøldið hevur Russland sent fleiri enn 1560 dronur móti okkara býum og lokalsamfelag.

 

Soleiðis skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á boðtænastuni, Telegram.

 

Ógvusligu russisku álopini komu stutt eftir, at londini vóru samd um eina tríggjar dagar langa vápnahvíld.

 

So skjótt, sum vápnahvíldin var av, leyp Russland á aftur.

 

- Hetta eru ikki atgerðir, sum á nakran hátt benda á, at kríggið nærkast endanum, skrivar ukrainski forsetin á Telegram.

 

Volodymyr Zelenskyj veit at siga, at fleiri enn 670 dronur og 56 rakettir, sum vórðu sendar móti Ukraina, høvdu mál kring høvuðsstaðin, Kyiv.

 

Í minsta lagi 20 ymisk støð í høvuðsstaðnum eru rakt í russiska álopinum í nátt.

 

- Talan er um vanligar íbúðarbygningar, ein skúli, ein djóralæknatænasta og annars tað vanliga sivila undirstøðukervið í býnum, sigur hann.

 

Ukrainska bjargingartænastan sigur, at í minsta lagi eitt fólk hevur latið lív í álopunum, og í minsta lagi 31 fólk hava fingið løstir í Kyiv-økinum.

 

Men, russisku álopini seinasta samdøgrið hava eisini rakt fleiri aðrar partar av Ukraina.

 

Volodymyr Zelensky sigur, at í ídnaðarbýnum, Krementsjuk, er orkukervið rakt, og í Tjornomorsk eru stórar oyðileggingar á havnar-og bústaðarøkir.