Martin Kristoffur Kristiansen hevur í dag lagt ein greinastubba út á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu - www.eidi.fo - og greinastubbin snýr seg um eina fagnaðarløtu, sum var á Eiði týskvøldið í vikuni.
Hetta vóru rógvarar hjá Eiðis Róðrarfelag, sum hetta kvøldið vórðu fagnaðir í Hólmahúsinum eftir sera góð avrik til DM í Gladsaxe í Danmark.
- Tilsamans vunnu teir seks rógvararnir 17 heiðursmerki: 5 gull, níggju silvur og trý bronsu, skrivar Eiðis kommuna.
Sagt verður, at hátíðardámur var í luftini í Hólmahúsinum. Guðrun Ejdesgaard, forkvinna í róðrarfelagnum og Jógvan í Skorini, borgarstjóri, søgdu nøkur orð við høvið.
Eftir hetta var møguleiki at avmynda dugnaligu rógvararnar, sum veruliga gjørdu um seg í Danmark.
##med2##
Á hátíðarløtuni í Hólmahúsinum varð eisini kunngjørt, at Eiðis Róðrarfelag hevur sett nýggjan venjara, og venjarin er 41 ára gamla klaksvíkingin John Reid Ziska Jacobsen.
- Við hesum vilja vit ynskja Victoriu, Onnu Drós, Jóhonnu, Róki, Eyðbjørg og Eiðis Róðrarfelag hjartaliga tillukku við flotta avrikinum, siga tey í Eiðis kommunu.
##med3##
##med4##














