Fáið tykkum arbeiði uttanlands

Vit hava ikki brúk fyri fólki í hesum landinum, sum bara eru útreiðsla, tí studningurin , tey fáa, er størri enn virðini, sum skapt verða av teirra arbeiði

Heldur enn at ganga heima og arbeiða fyri studning, er betri, at fólk fara uttanlands at finna sær arbeiði eina tíð, sigur Bjørn á Heygum, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Bjørn á Heygum segði undir fyrstu viðgerð av uppskotinum um minstavinning til útróðrarmenn, at menn, sum ikki kundu liva av útróðri uttan studning, máttu finna sær annað arbeiði.

Men nú er tað soleiðis, at hetta »annað arbeiði« finst ikki bara soleiðis undir hvørjum steini.

Til tað sigur Bjørn á Heygum, at føroyingar altíð hava verið fleksibul arbeiðsmegi. Teir hava fyrr, tá á hevur staðið, dugað sær at farið bæði til Ísland og Grønlands at vinna sær sína úrtøku. Og nógvir føroyingar hava eisini siglt við norðmonnum.

Bjørn á Heygum er fyri uppskotinum hjá John Petersen, landsstýrismanni um minstavinnig til útróðrarmenn.

Bjørn á Heygum sigur, at sum skipanin er í dag, er hon heilt óhaldbar og ómoralsk.

Tað hongur ikki saman, at bæði veiðinøgd og studningur vaksa í senn.

Tað skuldi verið soleiðis, at studningurin datt burtur, tá veiðan øktist. Men vit hava sæð júst tað øvugta, sigur Bjørn á Heygum.

Hann sigur, at tað er innbygt í skipanina, at hon leggur upp til misbrúk.

»Tað er alt ov lætt at sleppa í almenna kassan,« sigur Bjørn á Heygum.

Bjørn á Heygum sigur, at verandi skipan gevur nógvar møguleikar fyri at snýta. Tað er rættiliga lætt at skaffa sær tær nøgdir, sum krevjast, fyri at koma undir skipanina.

»Hetta er ein sjúk og avskeplað skipan,« sigur hann.

Ætlanin við nýggja uppskotinum er at koma teimum sonevndu frítíðarfiskarunum, sum troyta skipanina, til lívs. Vit skulu hava eina skipan til teirra, sum veruliga hava útróður sum inntøku og ikki ítriv.

»Tann, sum ikki tekur undir við hesum uppskotinum, bítur høvdið av allari skomm,« sigur Bjørn á Heygum.

Bjørn á Heygum heldur ikki, at tað er nakar vinningur í at hava ein útróðrarflota, sum fær meira í almennum studningi, enn hann skapar av virðum í landinum. Og tað er har, vit eru í dag.

»Vit hava ikki brúk fyri fólki í Føroyum, sum bara eru útreiðsla og negativ saldo á roknskapinum. So er nógv betri, at vit lata menninar fara aðrastaðni at vinna sær úrtøku,« sigur hann.

Kortini heldur Bjørn á Heygum ikki, at vit bara knívskorið skulu blaka alt, sum eitur studningur, út.

Tað eru fyritøkur, sum vit kunnu seta í gongd við studningi og so bíða eina tíð og síggja, hvussu gongur.

Hetta er júst tað, sum Framtaksgrunnurin gjørdi. Og har var millum aðrar Bjørn á Heygum ein teirra, sum vildi síggja skjót úrslit.

Hann heldur kortini ikki, at politikkararnir hava verið ov bráir har.

Men hvussu stórt skotbrá ein slík fyritøka, sum sett verður í gongd við studningi, skal fáa, ber ikki til at gera nakra tabell fyri, heldur Bjørn á Heygum.

Eisini er tað ein spurningur um at finna fyritøkur, sum kunnu kappast, og ikki slíkar monopolfyritøkur sum Fiskavirking, at seta almennar studningspengar í, heldur hann.

Bjørn á Heygum er heldur ikki samdur við Ingeborg Winther, tá hon vil hava val nú beinanvegin.

»Eg havi altíð havt ta áskoðan, at vit skulu umganga val í úrtíð. So vit eiga at royna at hóra undan eisini nú og fáa avgreitt tey stórmál, sum nú liggja og bíða eftir okkum,« sigur Bjørn á Heygum, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.