Fakfeløgini heita á løgting og landsstýrið um at ansa sær sera væl, áðrenn avgjørt verður at bjarga eini privatari vinnufyritøku sum Smyril Line Fakfeløgini hava í dag handað formonnunum í fíggjarnevnd og vinnunevnd Løgtingsins skriv í sambandi við ætlanina at hjálpa Smyril Line. Í skrivinum mæla tey politikarunum at ansa sær. Tey skriva m.a.:
Tað eru nakrir grundleggjandi spurningar, sum svarast mugu, áðrenn tað almenna fer inn og loftar einum felagi. Spurnartekin má setast við, hví verandi partaeigarar ikki lata pening í felagið, um tað er ein so góð íløga at seta pening í Smyril Line, sum ført er fram? Hvat við marknaðarkreftunum? Kunna onnur yvirtaka Smyril Line?
Hevur Smyril Line so grundleggjandi týdning fyri samfelagið, og ber tað ikki til hjá øðrum enn tí almenna at lofta Smyril Line? Hvat við kappingarneytunum á økinum, skulu hini flutningsfeløgini eisini hava stuðul, um tey ikki standa seg? Hvat við øðrum vinnuvirksemi? Steðga samfelagsuppgávur upp, um Smyril Line ikki verður bjargaður av tí almenna? Missir samfelagið virði, og hvørji virði?
Fakfeløgini vilja eisini minna á, at tað er peningurin hjá borgaranum ? Palleba og Marsonnu ? sum brúktur verður ? hetta er peningur úr sama kassa, sum eisini skal rinda fyri sjúkrahúsverkið, skúlaverkið og almennaverkið.
Kann tað verjast at nýta skattakrónur borgarans til at bjarga privatum fyritakssemi? Spurningarnir eru nógvir, men higartil hava svarini frá almennu myndugleikunum og høvuðspersónunum í Smyril Line verið alt ov fá til at tað almenna treytaleyst kann lofta felagnum.