Fakfeløgini viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum

Starvsfelagið hevur kallað øll fakfeløg á fund um støðani viðvíkjandi ósemjuni á arbeiðsmarknaðinum

Í brævinum skrivar Suni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum soleiðis:

 

Nú Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag er farið inn í 4. (2.) verkfalsviku haldi eg, at stundin er komin til at fakfelagsrørslan setur seg saman at viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum.

Tað er umráðandi, at fakfeløgini standa saman, tá ein ella fleiri av okkum stríðast fyri at betra um lønar- og setanarviðurskiftunum hjá limunum, og tí er neyðugt, at vit sum skjótast vísa stríðandi fakfeløgunum okkara stuðul.

Tað er júst í hesum ørindum, at eg sendi tykkum henda teldupostin. Eg fari at spyrja, um møguleiki er fyri at vit hittast til fundar at viðgera støðuna?

Endamálið er at samla fakfelagsrørsluna. At vísa, at vit sum fakfeløg taka støðuna í størsta álvara og at vit ikki bara sita upp afturá og lata sum einki.

At fakfelagsrørslan hittist upp á henda mátan, ger, at tað leggur eitt ávíst press á mótparin og gevur fakfeløgunum eitt eyka gear og mót. Samstundis signalera vit, at vit hóast alt standa saman tá á stendur.

Í fyrstu atløgu hugsi eg ikki, at vit skulu koma fram til eina niðurstøðu, ella eina felags útmelding. Verða vit annars samd um tað, so er tað flott og gott, men eg haldi at vit eiga at viðgera og kjakast um, hvørjar møguleikar vit hava fyri at vísa stríðandi verlafeløgum okkara stuðul.

Fundurin var í Smæruni í dag klokkan 16.