Fyrstu ferð teir tríggir Henning, Jens Tummas og Jens Marni ristu Kjølar hamin av sær og spældu undir heitinum All That Rain var, tá teir hitaðu upp fyri danska bólkin TV2 í mars í fjør.
Manningin í All That Rain man vera tann mest roynda í Prix høpi. Teir vóru allir tríggir við Kjølum í finaluni í Prix ?99 og Prix ?97, og trummuspælarin Henning Nicodemussen var harafturat við í finaluni í Prix ?95 við bólkinum Wolfgang.
All That Rain leggur í løtuni síðstu hond á fyrstu fløguna hjá bólkinum, sum helst kemur út um mánaðarskiftið apríl/mai.
Tónleikararnir í All That Rain eru:
Jens Marni Hansen: sang/guitar
Jens Tummas Ness: bassguitar/sang
Henning Nicodemussen: trummur/sang