Tað var tongligt í Steinatúni í Havn um tíggjutíðina týskvøldið.
Eldávaringin í Føroya Banka var farin í gongd, og tey boðini høvdu teir móttikið bæði á brandstøðini og hjá løgregluni í Havn.
Fleiri sløkkibilar og løgreglubilar vórðu sendir avstað beinanvegin og eftir stuttari tíð vóru teir á staðnum. Farleiðin var jú ikki so long.
Men tað var nú ikki so lætt kortini. Tí tá farast skuldi inn var stongt, og eingin lykil passaði.
Áðrenn sløkkiliðsmenninir gjørdu av at bróta seg inn í bankan, royndu teir uttanífrá at fáa staðfest, um tað veruliga var eldur í ella ikki.
Eingin roykur var nakrastaðni og tí var illgruni um at tað var ávaringarskipanini okkurt var galið við.
Tí valdu menn at bíða við at bróta seg inn, til rætti lykilin var komin.
Tá Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, læt hurðina upp og fór innar saman við sløkkiliðsmonnunum kundu teir í felag staðfesta at talan var um falskan alarm.
Ávaringarskipanin hjá bankanum var farin ígongd uttan at nakað var áfatt, og tí skal hon óivað eftirhyggjast væl og virðiliga ein av nærmastu døgunum.
Ávaringarskipanin hjá Føroya Banka stendur í beinleiðis sambandi við Alarmsentralin hjá sløkkiliðnum, løgregluni og hjá tænastumiðstøðini.