Familja við trimum børnum særd í russiskum álopi á Ukraina

Í minsta lagi 14 fólk - teirra millum ein familja við trimum børnum - vórðu særd í einum russiskum álop á eitt bústaðarøki í ukrainska økinum Sumy í Norðurukraina í dag

Sløkkiliðsfólk royna at sløkkja ein eld eftir eitt russiskt dronuálop í Sumy-landslutinum í Ukraina í dag. - Mynd: Neyðhjálpartænastan í Ukraina/Reuters

Tað skrivar ukrainski forsætisráðfrúan, Julia Svyrydenko, á sosiala miðlinum X.

 

- 13 privat heim vórðu oyðiløgd, og 14 fólk vórðu send á sjúkrahús - teirra millum tríggir dreingir í aldrinum fimm mánaðir, fýra ár og seks ár, skrivar hon.

 

Sambært ukrainska flogvápninum sendi Russland í dag tilsamans 93 dronur og tvær rakettir inn í landið, og 20 støð vórðu rakt.

 

- Russland vísir framvegis sín ótta gjøgnum yvirgangsgerðir um alt Ukraina, og raka enn einaferð heim hjá familjum og teirra sovandi børnum, skrivar ráðfrúan.

 

/Ritzau/

 

Sløkkiliðsfólk royna at sløkkja ein eld eftir eitt russiskt dronuálop í Sumy-landslutinum í Ukraina í dag. - Mynd: Neyðhjálpartænastan í Ukraina/Reuters