Longu tíðliga í nátt hevur Russland aftur sent dronur móti málum í Ukraina.
- Stutt fyri midnátt hoyrdust ljóð frá ukrainsku loftverjuni yvir høvuðsstaðnum, Kyiv, sigur tíðindafólk hjá DPA-tíðindastovuni, sum er í Kyiv.
Sagt verður, at loftverjulúðrar eru í gongd um helmingin av Ukraina, tí russisk dronuálop eru á veg.
- Ukrainski herurin sigur í nátt, at fleiri tíggjutals russiskar dronur eru í luftini og hava kós móti Ukraina, skrivar DPA.
Á myndini omanfyri eru forsetarnir, Vladimir Putin og Donald Trump, sum herfyri hittust í Alaska.
Enn hevur tað ikki eydnast amerikanska forsetanum at fáa russiska forsetan at gevast við eirindaleysu álopunum á grannalandið.
Lesið eisini -
Familja við trimum børnum særd í russiskum álopi - https://www.in.fo/news-detail/familja-vid-trimum-boernum-saerd-i-russiskum-alopi-a-ukraina