Fyri mong av starvsfólkunum á Fiskavirking er tað sera tungt at klára seg, og fer inntøkan enn longri niður, er ikki gjørligt hjá hesum familjum at svara hvørjum sítt. Fyri mong av starvsfólkunum í Føroya Fiskavirking, er tað ein vanlukka, at arbeiðsplássi hjá teimum lat aftur nú fríggjadagin, tí hóast tey fáa pening úr Als, so er tann stuðulin ikki nóg stórur til, at tey kunna svara hvørjum sítt.
Í longri tíð hevur óstøðugt arbeiðið verið á Føroya Fiskavirking, tískil hava starvsfólk verið noydd at verið í fiskavirkisskipanini í Als. Fiskavirkisskipanin gevur tó ikki tað heilt stóra, og inntøkurnar hjá nógvum av arbeiðsfólkunum hava tískil ikki verið stórvegis meir enn 10.000 - 12.000 kr um mánaðin.
Tá ið arbeiðsfólki kemur upp í Als verður roknað út, hvussu nógv inntøkan hevur verið seinasta árið, og tú fært síðani 80% av tí. Fyri mong av starvsfólkunum hevur tað verið sera tungt, at klára seg seinastu tíðina, og fer inntøkan nú enn longri niður, er ikki gjørligt hjá hesum familjum at svara hvørjum sítt.
Tað er møguligt, at onkur kunna fáa nakað umvegis forsorgarlógina, men tað er ongin lóg sum tryggjar, at fólk ikki skulu liva í fátækradømi. Verandi ásetingarnar í forsorgarlógini megna neyvan at lofta øllum familjunum, sum rakt vera.
Politiskt má hesin trupulleiki takast upp, og viðgerast má eisini, um ikki til ber at gera eitthvørt, sum tryggjar, at hesi mongu fólk fáa arbeiði aftur beinanvegin, ímeðan ein sølutilgongd fer fram, skrivar Samtak á heimasíðu sínari.