Fann hondbumbu í egnum húsum

Ein sethúsaeigari í Harstad fann fyrrapartin í dag eina hondbumbu í húsum sínum, tá hann var í holt við at seta húsini í stand.

Løgregla varð boðsend, og tá hon kom á staðið, gav hon húsaeigaranum og húsfólkinum annars strong boð um at halda seg burtur av staðnum, har granatin varð funnin.

Løgreglan staðfesti, at hondbumban var í teimum litum, sum verjan brúkar sum eyðkenni, tá hon eyðmerkir "skarpar" bumbur, sum tað verður rópt.

Tá løgreglan hevði staðfest, at hetta var ein verulig hondbumba, tilkallaði hon menn hjá verjuni, sum fáast við at beina slíkar burtur. Teir tóku hondbumbuna við sær, og hon er nú send til kanningar.

Hondbumban var grøn við gulari strípu, og sethúsaeigarin ánar einki um, hvussu tað kann bera til, at ein hondbumba var at finna í hansara húsum.

Einki verður sagt um, hvar í húsunum í Harstad, at bumban varð funnin.