Tríggir minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini, tá Klæmint A. Olsen tveitti seg ófantaligt niður og rendi innskifta Rógva Poulsen um koll. Framherjin steðgaði Poulsen, sum hevði sett ferð á og rann við bóltinum um miðkringin.
Petur Reinert, dómari, ivaðist ikki. Beinleiðis reytt kort. Rógvi Poulsen noyddist av vøllinum, og hann varð koyrdur á sjúkrahúsið alt fyri eitt. Sosialin skilir, at talan er ikki um beinbrot, sum fleiri óttaðust. Tað er framvegis ikki greitt, hvussu álvarsamur skaðin er, og nær Rógvi verður aftur á vøllinum.
Fróði Benjaminsen, liðskipari hjá HB, hevur greiða støðu um takklingina.
- Hatta var ein garvill takkling, og hann er nógv ov seinur. Hann fekk reytt kort, og tað er ikki meira at siga um tað, sigur Benjaminsen.