Leygarkvøldið sendi DR K konsertina hjá Teiti í Operahúsinum í Keypmannahavn, har hann spældi alla fløguna The Singer og aðrar útvaldar perlur, nú er sendingin løgd á alnetið.
Í november 2008 fór Teitur á pall í Operahúsinum í Keypmannahavn saman við DR's Underholdningsorkester og Vokal Ensemblet, burturúr hesum kom ein framúr DVD, ið hevur verið í handlunum síðan fyrst í 2010. Men nú er frálíka konsertin komin á alnetið.
DR K sendi hana leygarkvøldið, og nú er hon so tøk at síggja her