Í kvøld verður áhugaverd framløga í Miðlatúni í Vági við Sonju og Anders. Í framløguni fara tey at greiða frá lívinum og menningini á Træna – okkurt, sum nógv í Vági og í Føroyum kanska kunnu kenna seg aftur í.
Fyrilesturin í Miðlatúni byrjar klokkan 20 og er ókeypis.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at 32 ára gamla, Sonja og 36 ára gamli, Anders, koma av lítlu oynni, Træna, sum liggur í Norðurnoregi.
Sonja er uppvaksin á oynni, og Anders flutti hagar fyri nøkrum árum síðani. Tey bæði eru í Vági í løtuni í samband við listaverkætlanir í FabLab og á Vágs havn.
##med2##
Í Træna kommunu búgva í dag umleið 450 fólk og tí, at fólk hava búð á oynni í 9000 ár, verður vágin kallað elsta fiskivág í Noregi.
- Her hevur altíð verið fiskivinna og landbúnaður, men eins og í mongum øðrum smáum útjaðarasamfeløgum eru stórar broytingar farnar fram seinnu 100 árini.
Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu vita tey at siga, at nú eru tað laksavinna, tónleikafestivalar, ferðamannaskip og luksushotell, sum seta nýggjan dám á oynna.











