Løgmaður leggur krans í Viðarlundini

Minningarhald verður á Vinnuháskúlanum í Havn, leygardagin 1. november klokkan 14

 

Leygardagin hin 1. november er allahalgannadagur, og sum siðvenja er, skipar Føroyska Sjómansmissiónin fyri minningarhaldi teirra sjólátnu.

 

Minningarhaldið verður á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2, í Havn, leygardagin 1. november klokkan 14.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, talar, og Uni Næs, dómpróstur, hevur andakt. 

 

Síðani verður farið niðan í Viðarlundina, har løgmaður vegna Føroya fólk leggur krans við minnisvarðan, og dómpróstur heldur bøn og lýsir signingina.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Føroyska Sjómansmissiónin um minningarhaldið, sum byrjar á Vinnuháskúlanum og endar í Viðarlundini.

 

##med2##