Fara at hyggja eftir tara og gomlum bygdum í Suðuroy

Hesa vikuna verður skipað fyri øðrvísi tiltøkum í Suðuroy. Seinasta vikuskiftið vóru heili 136 fólk við í teimum tiltøkum, sum kunningarstovurnar í oynni skipaðu fyri

Ferðavinna

Tari er ikki bara tari.
Tað fara kunningarstovan á Tvøroyri og í Vági at vísa suðuroyingum og teimum sum ferðast í Suðuroy í annaðkvøld.
Í morgin skipar kunningarstovurnar í Suðuroy fyri forvitnisligum taratúri til Fámjins, har fólk fáa høvi at kunna seg við hesa plantuna niðri við sjóvarmálum, sum er lágt í metum hjá teimum flestu.
Á ferðini er ætlanin er at vassa í mølini og hyggja at tí fjølbroytta tara vøkstrinum. Høvi verður at hoyra um t.d nøvn, útbreiðslu osfr av ymiskum tarasløgum og, hvar hann veksur. Og hetta er í veruleikanum nógv meiri fjølbroytt, enn fólk flest geva sær far um.
Tað vera tey bæði, Agnes Mols Mortensen og Niels M. Jacobsen, sum fara at siga frá á túrinum.
Bussur koyrir av Kunningarstovuni í Vági kl. 17.15 og av Kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 17.45. Eftir túrin koyra bussarnir heimaftur
Fólk eiga sjálvsagt at hava gummistivlar við og eiga fólk onkra bók um plantur og djór í fjøruni, ger tað uttan iva túrin meiri áhugaverðan at hava eina slíka bók við.
Hesin túrurin kostar tilsamans 100 krónur fyri vaksin men hjá børnum er hann ókeypis

Hyggja at gomlum bygdum
Leygardagin verður skipað fyri gongutúri úr Víkarbyrgi til Akrar.
Koyrt verður til Víkarbyrgi og farið verður út um bøgarðin har varðagøtan byrjar. Gingið verður eftir varðagøtuni niðan á Brúnna, sum er 249 metrar og síðani oman eftir Akravegnum, framvið Ærgisá og oman á Akrar.
Túrurin tekur umleið ein tíma og hann er ikki tungur at ganga. Á hesum túrinum verður tað Gudmund Poulsen úr Sumba, sum sigur frá.
Til hendan túrin koyrir bussur av Kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 10.00 og av Kunningarstovuni í Vági kl. 10.30.
Aftaná túrin koyra bussarnir fólk heim aftur á kunningarstovurnar.
Kostnaður fyri gongutúrin og busskoyring er 100 krónur fyri hvønn, men tað er framvegis ókeypis fyri børn.
Fólk kunnu melda seg til túrarnar á kunningarstovuni í Vági og á kunningarstovuni á Tvøroyri. Síðsta freist at melda til taratúrin er hósdagin kl. 16.00 og til gongutúrin skal meldast til fríggjadagin klokkan 16.
Kunningarstovurnar siga eisini, at tey, sum eru við á øllum gonguferðunum eru við í lutakassti um eitt gávukort upp á 2000 krónur.

136 fólk
Seinasta vikuskiftið skipaði ferðavinnan í Suðuroy fyri fleiri tiltøkum, og har vóru tilsamans ikki færri enn 135 fólk við, so tað má sigast at verða væleydnað, har vóru bæði børn og vaksin og har vóru eisini fleiri útlendsk ferðafólk.
Seinasta vikuskiftið gingu tey úr Trongisvági til Fámjins, tey vóru í fjørðinum við gomlu sluppini, Johonnu og tey vóru í Akrabergi og hugdi at fugli.