Endamálið við at markera 60 ára dagin hjá SEV við at geva út bók, hefti og ein film er at vísa á tann týdning felagsskapurin hevur havt fyri føroyska samfelagið umframt at v era eitt tilboð til undirvísingarverkið at fáa innlit í tað arbeiði, sum SEV hevur staðið fyri øll hesi árini. Eisini skal hetta tilfarið virka kveikjandi í sambandi við framtíðar orkuvirksemi og orkumenning annars.
Hetta kom fram á tíðindafundi hjá SEV í morgun. Tað var ein opin og bjartskygd leiðsla, sum greiddi miðlunum frá tiltakinum og svaraði spurningum. Arnstein Niclasen, sum hevur skrivað bókina Tíðarhvarv við 60 áramótið hjá SEV, heldur slíka bók vera eitt endurkveikjandi element, sum øll hava brúk fyri m.a. skrivað fyri unga ættarliðið og tey, sum ikki hava fylgt so neyvt við í støðu og søgu elfelagsins, soleiðis at tey skulu fáa eina hylling av, hvussu leikur fer og er farin fram, og fáa ein varhuga av, at tað ikki er ein sjálvfylgja, at tað er ljós í peruni, og hvat, ið kann henda, um ikki væl verður farið um hesa ogn og lívsnervu Føroya fólks, sum høvundin tekur til í fororðunum.
Skulu vit hyggja frameftir, og tað ynskir SEV-leiðslan, so heldur Arnstein Niclasen, sum hevur drúgvar royndir á orkuøkinum, báðumegin borðið, sum politikari og sum embætismaður, tað vera eitt stórt potentiali í SEV til at virka sum kanningarstovnur saman við øðrum heldur enn at vera prügelknabe sum hann málbar seg.
Sjálvur heldur hann, at SEV er ein so mikið stórur aktørur í føroyska samfelagnum, at tað er rætt markera slíkan føðingardag. Føroyar hava í dag eina vælútbygda elveiting, sum ikki stendur aftanfyri onnur lond.
Leivur Hansen, nevndarformaður í SEV leggur dent á framtíðar málið hjá SEV, sum er at koppa gongdini á. Í dag kemur 55% av orkuni frá termiskum verkum, meðan 45% koma frá varandi orkukeldum tvs. vatni og vindi. Innan 10 ár skal hesin útviklingur vendast og vera í tráð við visjónsætlanina hjá landsins myndugleikum.
Einkarrætturin hjá SEV at troyta áir og vøtn er frá 1963 og gongur út í 2013. Til ta tíð hevur SEV brúk fyri at endurnýggja seg fyri harvið at taka ímóti framtíðar avbjóðingum. Og tað er nettupp hetta, sum liggur í kortunum hjá bæði leiðslu og umboðsráði.
Klæmint Weihe, stjóri í SEV, leggur tó dent á, at hóast SEV hevur rættin til at troyta vatnið í áum og vøtnum, so ætlar SEV sær ikki at fara so langt sum at troyta hvønn løk, soleiðis at alt verður turrgelt, sum hann málber seg.
Hann leggur eisini stóran dent á, at SEV framhaldan di fer at taka fyrilit fyri umhvørvinum, tá framtíðar útbyggingar verða gjørdar, og einki verður gjørt uttan loyvi frá friðingarmyndugleikunum.
Hóast oljan telur nógv í dag, so er málið at vera so lítið bundin at oljuni sum gjørligt. Tað skal síggjast aftur í útbyggingin av bæði vatn- og vindorku. SEV stjórin sigur í hesum sambandi, at nógv spennandi og nýggj tøkni á veg, og tað er tí ikki óhugsandi, at tað innan stytri áramál kemur nógv meiri orka frá varandi orkukeldum her fyrst og fremst vatni og vnidni men arbeitt verður eisini uppá longri sikt at menna alduorku, vetni og sólorku. EU hevur m.a. latið 10 mill. kr. Í stuðuli til alduorkuverkætlan hjá SEV.
Stjórin vísir á, at SEV eisini ynskir at fáa tættari samstarv við eitt nú Fróðskaparsetrið, soleiðis at tað umhvørvið kann síggjast aftur í SEV-umhvørvinum.
Krisjan Olsen, umboðsráðsformaður sigur í hesum sambandi, at SEV vil vera meira sjónligt í samfelagnum og her fer menningardeildin at hava ein týðandi leiklut. Vit skulu ikki leypa á bláman men vit skulu vera opnir fyri samstarvi og eitt nú kunna vera við sum sparringspartnari ol. Vit mugu seta út í kortið av nýggjum við eitt slíkt tíðarhvarv. Hann viðgongur, at SEV hevur ikki dugað nóg væl at tikið ímoti kritikkinum, men hetta verður nú bøtt um.
Landsstýrið arbeiðir við nýggjari elveitingarlóg og harvið eisini við bygnaðinum hjá SEV, har tað m.a. liggur í kortunum at gera felagsskapin til alment partafelag. Hetta er nakað vit fara at hoyra meira til í næstu framtíð.