-Nei, vit fara ikki heimaftur. Hatta ætla vit ikki at uppliva eina ferð afturat, so nú flyta vit til New Mexico.
Margret Greywolf og maðurin vóru í gjár í New Orleans eftir tí, sum tey ikki fingu tikið við sær, tá tey noyddust at rýma úr býnum. Tey vóru ímillum tey hepnu, tí vatnið kom ongantíð niðan til hús teirra. Kortini máttu tey flytast burtur við báti, og tað verður eisini seinastu ferð. Tí tey hava gjørt av at flyta úr býnum.
-Vit flyta til New Mexico, sigur Margret Greywolf við Aftenposten.
Myndugleikarnir kunngjørdu í gjár, at tað fer at taka tríggjar mánaðir at fáa alt vatnið úr New Orleans, og fyrr enn tá fæst neyvan at vita við vissu, hvussu mong mannalív ódnin "Katrina" kravdi. Ray Nagin, borgarstjóri, hevur sagt, at talið er minst 1.000. Onnur halda, at fleiri túsund eru deyð.
Nógv neyðhjálp
Lond um allan heim senda nú neyðhjálp av ymsum slagi til USA, og ES samtykti í gjár at seta eitt fólk at samskipa neyðhjálpina úr ES-londunum.
Bretland og Týskland hava sent matvørur til USA, Grikkaland letur tvey av sínum ferðamannaskipum virka sum búpláss hjá heimleysum, og Svøríki hevur sent flutningsflogfør vestur um hav. Frakland hevur sent eitt lið av serfrøðingum, Noreg hevur sent eitt kavaralið, og Niðurlond hava sent eitt lið av serfrøðingum, sum skulu hjálpa amerikanarunum at umvæla byrgingarnar við New Orleans og aðrastaðni.
Onnur lond í Evropa hava sent teppi, mjólk, heilivág, tjøld, djóramat og ymiskt annað. Tann evropeiska neyðhjálpin verður flutt til ein hernaðarflogvøll í Arkansas, haðani hon fer víðari við tyrlum og lastbilum.