Fíggjarmálaráðið ætlar at avtaka rundskriv nr. 9001 um fráfaringaraldur.
Fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum starvsfólkum hjá landinum er í dag 72 ár. Landsstýrið ynskir at avtaka fráfaringaraldurin, soleiðis at tað framyvir ikki verður aldurin á starvsfólki, sum einsamalt avgerð, nær starvsfólk skulu úr stavi.
Tað hevur í eina tíð verið ein ávís ónøgd við, at landið hevur ein fráfaringaraldur. Fyri at bøta um støðuna hjá teimum eldru á arbeiðsmarknaðinum er fráfaringaraldurin av somu orsøk broyttur nakrar ferð síðstu árini.
Í 2007 bleiv fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum starvsfólkum hjá landinum hækkaður úr 67 ár upp í 70 ár, og í 2013 bleiv tað gjørt møguligt hjá arbeiðsgevarum at leingja setanina, eftir at starvsfólk hava fylt 70 ár. Hetta verður gjørt við at seta starvsfólkið í eitt upp í tvey ára tíðaravmarkað starv.
Í 2022 var fráfaringaraldurin hækkaður úr 70 árum upp í 72 ár, sum er tað vit hava í dag, og tað er framvegis møguligt hjá arbeiðsgevarum at leingja setanina upp til 2 ár í senn, aftaná at starvsfólk hava fylt 72 ár.
Nú er so ætlanin heilt at avtaka fráfaringaraldurin.
Av tí at fráfaringaraldurin longu í dag er rættiliga høgur, eru almennu arbeiðsgevararnir í stóran mun vanir við at hava fólk í starvi, eftir at tey hava rokkið fólkapensjónsaldur og tað vanliga er, at arbeiðsgevarar og starvsfólkið í felag finna eina loysn, ið hóskar til hvørt einstakt starvsfólk. Tað kann t.d. at arbeiða niðursetta tíð o.a. Tí verður ikki roknað við, at avtøkan av fráfaringaraldrinum fer at hava stóra umsitingarligar avleiðingar við sær.
Ætlanin um at avtaka fráfaringaraldurin er send til hoyringar hjá almennum stovnum og fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum við svarfreist tann 27. juni 2025.