Oljuleiting - 3. umfar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tá er so eisini møguleiki fyri, at økini frá 1. útbjóðing, sum tá helst verða latin aftur til myndugleikarnar, verða boðin út aftur. Haraftrat verða økini, sum vórðu nominerað av oljufeløgunum til 2. rundu, helst eisini við í eini nýggjari útbjóðing. Enn er tó ikki avgjørt, hvørji øki talan verður um og hvussu langt norður eftir farið verður.
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Oljufyrisitingini sigur, at áðrenn ein slík útbjóðing kann gerast, mugu vit tryggja okkum, at tær umhvørviskanningar, sum skulu gerast, eru gjørdar. Tá 1. útbjóðing var gjørd, varð tó ein stórur partur av føroyska økinum kannaður og kortlagdur, og tað njóta vit gott av í dag.
Tá vitjað verður á Oljufyrisitingini er tað fyrsta tú varnast, at stóra loyviskortið yvir Føroyaøkið er broytt. Uppdateraða kortið vísir, at upprunaliga loyvið hjá BP og Shell frá fyrstu útbjóðing er horvið. Loyvið gongur annars út 17. august í 2006, men nú hevur BP so boðað frá, at tað letur loyvið aftur til føroysku myndugleikarnar. BP hevur ikki áhuga í hesum økinum longur, og tað kostar eisini at liggja á tí. Hetta ger so, at oljufyristingin hevur møguleika at bjóða hetta økið út aftur í einum nýggjum og komandi útbjóðingarumfari. Henda møguleika kunnu Statoil og Amerada Hess eisini velja, nú tey flyta sínar boriskyldur úr seks ára loyvunum longur inn á landgrunnin.
Stjórin á Oljufyrisitingini sigur seg vóna, at feløg fara at vísa økjunum frá 1. útbjóðing áhuga aftur, tá tey helst verður boðin út aftur um tvey ár, ikki minst tí, at eitt fund (Marjun, blaðm.) varð gjørt fyri nøkrum árum síðani. Ikki minst tá man veit frá royndum, at tað, sum ikki er lønandi í ár, kann verða tað um nøkur ár. M.a. kann oljuprísurin ávirka hetta. Verður ein útbygging tætt við hinumegin markið, so kann tað eisini hava ávirkan.
-Hvussu við Marjunkelduni, sum einaferð fekk so positiva umrøðu:
-Her er bert ein brunnur boraður, og ein brunnur er ikki nokk til at etablera eina vitan, sum er nóg góð til at siga við vissu, hvussu støddin er á kelduni. Tú hevur eitt hol, sum liggur djúpt og so hevur tú eitt sindur av seismikki. Tvs. at tað er nógv óvissa knýtt at kortleggingini. So man má royna at draga feløg til at koma inn og arbeiða við hesum. Vónandi fær man ein brunn aftrat í eini møguligari nýggjari útbjóðing. Enn er tað so Amerada Hess, sum eigur hetta loyvið, sum gongur út seinast í 2006.
Nú størri partur av landgrunnin skal bjóðast út aftur sigur Sigurð í Jákupsstovu, at tey gera einki uttan at tað er í samráð við fiskivinnu- og umhvørvisáhugamál.
Sigurð í Jákupssstovu heldur tað sær lovandi út fyri Atlantsmótið sum heild. -Vit síggja, at virksemi veksur nógv vestan fyri Hetland, og áhugin er eisini vaksandi fyri Føroyar. Tað peikar rætta vegin.