Fara undir nýbygning á skipasmiðjuni í heyst

Fugltúgvan verður longd, Venus verður nútímansgjørdur, og Jón Kjartansson fær nýggja bógskrúvu. Í november/ desember verður farið undir nýbygning á Tórshavnar Skipasmiðju

Ídnaður

Í seinastuni hevur væl av arbeiði verið á Tórshavnar Skipasmiðju.
Gunnar Mohr, stjóri, sigur, at einir 150-160 mans eru til arbeiðis í løtuni, og tað heldur hann vera á góðari leið.
Hann vísir á, at umframt leingjanina av Fugltúgvuni, verður arbeitt umborð á línubátinum, Ekliptiku, sum nú kallast Venus. Øll línuskipanin verður skift, arbeiðsdekkið verður skift, og aðrar broytingar eru gjørdar umborð á skipinum, sum nú hevur fingið nýggjar eigarar og er heimahoyrandi í Sandavági.
Í gjár kom íslendski nótabáturin, Jón Kjartanson, fyrrverandi Hólmaborg, upp á bedingina hjá Tórshavnar Skipasmiðju.
- Vit fara at seta nýggja bógskrúvu í skipið. Saman við árligum viðlíkahaldi, sum skipið eisini skal hava, fer hetta arbeiði at taka einar tríggjar vikur, sigur hann.

Nýbygging
Gunnar Mohr sigur, at um mánaðarskiftið november/ desember verður farið undir at byggja nýggjan trolbát til Bjarna Kass í Havn.
Hesin báturin, sum verður av sama slagi sum trolbátarnir, Hansa Maria og Skálafossur, kemur í flotan fyri gamla Fiskaklett.
- Nýggi trolbáturin verður somu longd, sum Hansa Maria og Skálafossur hava í dag eftir, at teir eru vorðnir longdir á Skála Skipasmiðju.
Gunnar Mohr sigur, at trolbáturin hjá Bjarna Kass verður liðugur flaggdagin, 25. apríl komandi ár, og kostnaðurin verður 12 mió krónur.

12-14 póllendingar
Umframt føroyingarnir, sum starvast á Tórshavnar Skipasmiðju, arbeiða einir 12-14 póllendingar eisini hjá skipasmiðjuni í løtuni.
Gunnar Mohr sigur, at póllendingarnir eru sveisarar og skipsbyggjarar.
- Summir av póllendingunum hava verið í starvi hjá okkum í meira enn 15 ár, og vit eru væl nøgdir við menninar, sigur stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju.