Faroe Petroleum fann onga olju

Faroe Petroleum boðar frá, at nú er liðugt at bora Yoda brunnin á loyvi PL271 í Noreg. Borað varð niður á 3.115 metrar, men eingi kolvetni vórðu funnin. Tað gekk væl at bora, og eingir eyka kostnaðir stóðust av boringini. Møguleiki er framvegis fyri at finna kolvetni á loyvinum, sigur Faroe Petroleum.

Hini oljufeløgini sum luttóku í boringini vóru Statoil, sum varð fyristøðufelag, Talisman og Noreco.

Faroe Petroleum hevur íalt 47 loyvir, og av hesum eru 20 í Noreg. Hóast skuffandi úrslitið, so heldur felagið á fram við at bora leitibrunnar; komandi 20 mánaðirnar verða 20 brunnar boraðir í Noreg, Bretlandi og Føroyum.