Tiltakið Faroe Pride2012 er júst endað. Góða veðrið helt sær og tiltakið eydnaðist sera væl og Tórsgøta var stúgvandi full av fólki, eins og økini nærhendis.
Komin oman í Tórsgøtu byrjaði konsertin, sum var í samband við Faroe Pride. Eivør fór fyrst á pall og síðani setti borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, tiltakið.
Verturin Tróndur Vatnhamar tók so yvir og so komu bólkarnir ein fyri og annar eftir; Ævintýraferðin við Dánjali og Búa, Reykjavíkar Gay Choir, borgarstjóri Reykjavíkar; Jón Gnarr helt gestarøðu, 200 kom á pall og hevði kór við LGBT limum við sær, Mike kom á pall og sang saman við klaverleikaranum Kim Hansen, Ólavur Eysturdal, LGBT, helt røðu og at enda kom stóra brakið, nevniliga NALJA.
Ilt at seta orð ella tal á stóra og litríka hópin, ið var til tiltakið og konsertina, men i hundraðtali - helst rættari túsundtali - fegnaðust fólk í góðveðrinum um góða tónleikin og - sum Niels úr 200 nevndi tað - frálíka tónan í hesum tiltakinum.