Faroe Ship hevði 54 milliónir krónur í halli í fjør

Flutnings- og logistikkfelagið P/F Faroe Ship hevði eitt hall upp á 53,9 milliónir krónur í 2025. Hallið er meira enn tvífalt størri enn árið fyri, tá úrslitið var -25,6 milliónir krónur.

Hetta sæst í ársfrágreiðingini hjá felagnum fyri 2025, sum er kunngjørd á vinnuvitan.fo. Samstundis minkaði eginognin úr 541,5 milliónum krónum niður í 487,6 milliónir krónur.

 

Leiðslan vísir á, at 2025 var merkt av ótryggleika í heimsbúskapinum. Serliga verður nevnt ófriðurin í Ukraina og óvissan um gongdina í heimsbúskapinum, sum hevði ávirkan á virksemið hjá felagnum.

 

Faroe Ship rekur flutnings- og logistikkvirksemi og veitir tænastur innan millum annað farmasigling, útflutning, innflutning, goymslu, flutning á landi og Faroe Express-tænastuna.

 

Hóast stóra hallið væntar leiðslan eitt betri rakstrarúrslit í 2026.

 

– Vit vænta, at føroyska samfelagið kemur lutfalsliga væl ígjøgnum verandi avbjóðingar, og tí vænta vit, at rakstrarvinningurin í 2026 verður nakað betri enn í 2025, skrivar leiðslan í frágreiðingini.

 

Miðaltalið av ársverkum í felagnum var 145 í 2025, samanborið við 170 árið fyri. Eginognarparturin var framvegis høgur, 91,2 prosent.

 

Høvuðstøl 2025

 

  • Úrslit eftir skatt: -53,9 mió. kr.
  • Rakstrarúrslit (EBIT): -55,2 mió. kr.
  • Eginogn: 487,6 mió. kr.
  • Ognir tilsamans: 534,7 mió. kr.
  • Starvsfólk (ársverk): 145
  • Eginognarpartur: 91,2%