Síðani 1. juni hevur Sernám verið skipað sum ein deild undir Undirvísingarstýrinum og er sostatt ikki longur ein sjálvstøðugur stovnur. Tí verður nú leitað eftir einum leiðara at standa á odda fyri nýggju deildini. Tað skrivar Skúlablaðið.
Sambært starvslýsingini verður dentur lagdur á at finna ein framskygdan og ágrýtan leiðara, sum kann arbeiða við strategi, menning og samstarvi. Leiðarin skal eisini vera við til at tryggja, at arbeiðið við at endurskipa sernámsøkið verður framt.
Nýggi deildarleiðarin verður partur av leiðslubólkinum í Undirvísingarstýrinum og fær eisini ábyrgd av at styrkja samstarvið við Nám um námsfrøðiliga menning og ráðgeving.
Undirvísingarstýrið verður framyvir skipað við trimum fakdeildum: KT, talgilding og menning, útbúgvingar, dygd og tænastur, og sernámsfrøðiliga økið.
Ætlanin er at seta nýggja leiðaran í starv 1. august.










