29 ára gamli Høiby varð dømdur at sita fýra ár í fongsli fyri millum annað tvær neyðtøkur og fyri harðskap móti fyrrverandi sjeiki sínum. Hann varð eisini dømdur fyri at hava filmað kvinnur í kynsligum støðum uttan samtykki og fyri at hava havt hassj.
Sambært norskum miðlum, millum annað VG og NRK, heldur Høiby framvegis upp á, at hann er ósekur í neyðtøkuákærunum. Verjarnir hava tí avgjørt at kæra dómin.
Sama dag sum dómurin fall, bað verjin eisini rættin um at leyslata Høiby úr varðhaldi. Hann hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani februar.
Verjin vísti millum annað á, at krúnprinsessan Mette-Marit er álvarsliga sjúk av lungnafibrosu, og at tað er trupult hjá soninum ikki at kunna vera saman við familjuni.
Umframt fongsulsrevsingina skal Marius Borg Høiby rinda teimum órættaðu kvinnunum endurgjald. Samlaða upphæddin er 640.000 norskar krónur.










