Tað sigur mær einki at fara suðureftir

- Tað er fínasta slag at ferðast í Danmark, men allar best dámar mær at ferðast í egnum landi, sigur Sigvald Zachaariasen

Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum? 

 

- Tað verður innanoyggja, harímillum ein túrur til Skálavíkar í summarhús, sigur Sigvald Zachariasen.

 

Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?

 

- Ongar planir fyri í ár sum so, men nógvar planir á  egnum matrikli. Nú fáa at síggja, hvat verður fingið frá hondini.

 

Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?

 

- Mær vantar at vitja í fimm oyggjum, Fugloy, Mykinesi, Skúvoy, Stóru Dímun og Lítlu Dímun .

 

Sigvald heldur, at hetta má hann fara at gera okkurt við.

 

Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast? 

 

- Tað hevur nokso stóran týdning. Men, hetta at fara suðureftir sigur mær púra einki.

 

Sigvald Zachariasen heldur fyri, at tað er fínasta slag at ferðast í Danmark.

 

- Men, allar best dámar mær at ferðast í egnum landi, leggur hann aftrat.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.

 

Lesið eisini: At ganga í náttúruni er gott fyri sál og sinni

 

https://www.in.fo/news-detail/at-ganga-i-natturuni-er-gott-fyri-sal-og-sinn