- FaroeJet hevði borið seg við aðrari leiðslu

Hetta sigur Oddmar á Høgabóli, sum arbeiðir við at útvega stuðul og kapital til eitt nýtt flogfelag. - Um vit høvdu havt eina góða leiðslu, sum dugdi at selja okkara vøru, hevði tað 100 % vist gingið, sigur Oddmar um sína tíð í FaroeJet

- Vit høvdu eina góða tænastu í luftini, men fólkini á jørðini gjørdu ov nógvar feilir. Millum annað við mátanum, tey valdu at selja ferðaseðlarnar.Vit høvdu eina góða vøru, men leiðslan dugdi ikki at selja hana. Eg trúgvi, at nevndin hevur valt leiðsluna eftir bestu sannføring, men tað vóru bara ikki røttu persónarnir, sigur Oddmar.
Hann gevur tó ikki einans leiðsluni skuldina fyri at FaroeJet mátti gevast. Kappingarneytin (Atlantsflog, blaðm.) hevur eisini gjørt sítt.
- Tað er sera torført at kappast í Føroyum móti einum almennum flogfelag. Tað tóktist, sum at teir bara vildu hava okkum burtur. Áðrenn FaroeJet byrjaði at flúgva, flugu teir 3 ferðir til Keypmannahavnar. Tá ið vit komu í flúgving, fór kappingarneytin at flúgva 4 ferðir, sigur Oddmar.

Hevði borið seg við aðrari leiðslu
Tó heldur Oddmar, at FaroeJet hevði ikki farið í søguna, um onnur leiðslan var ein onnur.
- Um vit høvdu havt eina góða leiðslu, sum dugdi at selja okkara vøru, hevði tað 100 % vist gingið. Vit høvdu eina sera góða tænastu í luftini, og kundarnir vóru sera væl nøgdir. Leiðslan fekk nógv góð ráð, men tey vildu ikki lurta eftir. Kanska skuldi tey havt valt fólk við størri royndin innan stýring og sølu, sigur hann.