NÝGGÁRSGREIN
Gunnleivur Dalsgarð
Árið vit nú leggja afturum okkum, hevur á mongum økjum verið hendingaríkt og ikki sørt baldrut.
Ikki minnst »oljan« setti sín stóra dám á árið og orðaskiftið, - kannska finna vit hana í »nýtslunøgdum«,- kannska ikki, men eitt er tó greitt: hendan »oljugearingin« hevur broytt samfelagshugburðin nógv, bæði uppá gott ogsosi ilt, ml.a. fyrigykling um ríkidømi, men í kjalarvørrinum av hesum mestsum vónleysa støðan á íbúðar- og barnaansingarøkinum. Álvarsmál, sum krevja sín »mann«.
Á politiska vígvøllinum gingu bylgjurnar eisini høgar í 2001,- óvæntað úrslit av fólkatingsvalinum og samstundis byrjanin til »fjallgongu« uppundir komandi løgtingsval, við teimum vanligu útgjarðingunum, sum vit eru von við og orðavavstrinum frá politikkarum um hvussu vánaliga øll »hini« eru til at føra skilagóðan politikk. Vit fáa nú uttan iva eina tíð við politiskum »útsølutilboðum«,- gott?, neyvan!
Á fakfelagsøkinum hevur 2001 eisini verið sera lívligt,- sáttmálasamráðingar, verkføll, fútarættur o.s.fr.
Fyri okkum í Starvsmannafelagnum, kunnu vit siga, at árið royndist rímuliga væl, tá talan er um sáttmálarnar. Allir eru komnir uppá pláss og flestu av teimum við rættuliga nýskapandi lønarásetingum. At hetta eydnaðist, er fyrst fremst arbeiðsbólkunum at takka, mannaður av okkara fólkum og frá mótpartinum, sum hava gjørt eitt miðvíst og stórt arbeiði fyri at fáa hetta uppá pláss.
Umframt »gomlu« sáttmálaøkini ? Fíggjarmálastýrið, Føroya arbeiðsgevarafelag (FøroyaTele) og SEV-, so er sáttmáli nú gjørdur við flest allar kommunur í landinum,- 32 í tali. Hesir sáttmálar eru gjørdir við arbeiðsgevarafeløgini hjá teimum.
Felagið er sostatt eisini vaksi í vavi og setur hetta størri og avbjóðandi krøv til nevnd og umsiting og at menna umsitingarførleikan hjá felagnum, verður tí ein av høvuðsmálsettningunum hjá nevndini í komandi árið.
Men eisini minni hugaligar hendingar hava sett dám á farna árið, vit kunnu nevna: ágangurin frá politiskum og øðrum síðum, at máa støðið undan samhaldsfasta samfelagnum og lata tað uppí hendurnar á privatu profitt- og kraddaraskipanini, skipaða herferðin frá arbeiðsgevarunum ? almennum og privatum- at seta á stovn arbeiðsrætt í Føroyum, nýggja »vápni« fútarætturin.
Og eisini innan fakfelagskarmar, hava vit tíverri sæð niðurbrótandi sundurlyndi og er hetta til lítlan sóma fyri okkum fakfelagsfólk. Her má vend koma í !
Men vit fara undir eitt nýtt ár, við góðum treysti, har vit fara at gera okkara til, at samfelagið kann halda fram og útbyggjast, sum eitt samhaldsfast samfelag, har gott er hjá øllum at búleikast og at vit allatíðina stríðast móti teimum kreftum, sum vilja bróta niður samhaldsfesti í samfelagnum!
Vit mugu og skulu eisini undir, at virka fyri einum betri áralagi innan fakfeløgini, bæði í samstarvi og ikki minnst royndunum at samskipa feløgini, tí tað er ein royndur lutur, at vit eru ov spjadd og ov í mongum førum ov smá,- hetta viknar um megi okkara, sum vit í grundina eiga og skulu nýta, eisini í samfelagshøpi.
Við tí ágangi og sokallaða ráki, sum fakfelagsrørslan og løntakarar sum heild í dag verða álopin av, er avgerðandi neyðugt, at vit standa saman og samansjóða okkum betur og meira enn higartil og kannska taka stig til samráðingar okkara millum, at skipa okkum í størri eindir og greiða »kurlar og knútar«, sum liggja og forða fyri góðum samstarvi. Tí eitt er greitt, at vit hava nógv mál at stríðast fyri og ímóti, sum krevur eina samda og væl skipaða fakfelagsrørlsu. Men hetta krevur av okkum, at vit hava álit og vísa virðing fyri sjónarmiðunum hjá hvørjum øðrum.
Samanumtikið kunnu vit siga, at fakfelagsørslan stendur fyri stóru avbjóðingum fyri framman, bæði í spurninginum at skapa góðar fortreytir fyri løntakaran og verja borg fyri vunnum rættindum og eisini - og ikki minnst - í arbeiðnum, at styrkja og menna okkum innanhýsis í einum góðum samstarvi og samansjóðing.
Gott nýggjár!