Favorittstøðan hjá Føroyum er minkað til seinna dystin móti Italia

Her eru oddsini upp á venjingardystin Føroyar-Italia

Seinnapartin klokkan 17 spæla Føroyar og Italia seinna venjingardystin í høllini við Tjarnir. Hjá báðum liðum er talan um seinastu aðalroyndina undan EM-endaspælinum í Noregi, Svøríki og Danmark.

 

Hóast 34-36 (19-17) tapið fyri Italia fyrrakvøldið, so eru Føroyar aftur favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Tó er favorittstøðan minkað nakað í mun til fyrra dystin.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 1,66.

 

Miðaloddsini upp á italskan sigur eru 2,70. 

 

Undan fyrra dystinum vóru miðaloddsini undan dystarbyrjan: 1,39 upp á føroyskan sigur, og 3,66 upp á italskan sigur. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##